Hvørki Víkingur ella NSÍ vinna

Tað metir Oddbjørn Joensen, sum er gestur í FSF varpinum

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen. Sambært honum, verða tað í øllum førum trý heimalið, ið fáa tað torført í komandi umfari í Betri deildini hjá monnum.

 

Hann væntar millum annað ikki at Víkingur ella NSÍ vinna á heimavølli, hóast liðini eru favorittar. Dystirnir eru hesir: TB/FCS/Royn – HB, KÍ – EB/Streymur, Víkingur – 07 Vestur, B36 – AB og NSÍ – Skála.

 

Dystirnir á Tvøroyri, í Klaksvík, í Gøtu og í Havn byrja klokkan 15:00, meðan dysturin í Runavík millum NSÍ og Skála byrjar klokkan 16:00.

 

Betri deildin menn: 7. umfar

TB/FCS/Royn – HB (15.00) Beinleiðis á Rás2

Víkingur – 07 Vestur (15.00)

KÍ – EB/Streymur (15.00)

B36 – AB (15.00)

NSÍ – Skála (15.00)