Gerhard Lognberg, Løgtingsmaður
Eg siti henda Alla halganna morgun, og lesi gomlu Dimmu, meðan Merkið veittrar so vakurt í hálvari stong, og norðanvindurin kínur eftir krossmerkinum, sum minnir okkum um teir sum fórust á havinum.
Eisini er hetta føðidagur mín, og er tað ikki sørt, at tankarnir spola aftureftir, um tíðina her í grannalagnum sum óviti, og sorgleysur fór strúkandi at durinum hjá næstringum, klæddur í tí frægasta ein átti. Sjáldan fór man tómhentur frá durunum, 50 oyru her, 1 krónu der. Ja, tað tað slóð ikki falska mentu hjá einum óvita, og vórðu oyruni sloppin niður í tað tóma Molly blikkið, sum hol var koyrt á, so tað kundi nýtast sum sparibússa.
Men gott er, tann tíðin er farin og man hevur brúk fyri tjúkkari húð!
Í Dimmu er tað ikki hissini, sum journalisturin Kári Mikkelsen klárar í eini knappari vending. At sverta henda óhoyriliga Sandoyar tingmannin til við hálvum og heilum lygnum, kryddað við eitt sindur av slatri.
Men ikki skal eg illneitast inn á hann, tí journalistarnir eru nógvir og ein vælbryggja søga slær ikki falska mentu.
Men tað var ikki tað eg skuldi nerta við, tí gamla orðatakið sigur, at lygnin er høvuðsleys.
Journalisturin sigur sjálvur, at stívasti peikifingur, hann situr á høgru hond á Sandoyar tingmanninum.
Jú, tað sum eg fáið burtur úr, so er hetta tí at eg havi tosað ímóti skrásettum parlag, almennum starvsfólki o.ø.
Hetta høggi í síðu, fer ikki at fáa røddina hjá tingmanninum at tagna. Tvørturímóti, eg ætli at hevja rødd mína við frímóði, tí eg havi ongum forfylgt, heldur ikki teimum samkyndu, og kann eg altíð heilsa teimum pent, og tosað við tey, um tey hava hug.
Men, at fólk av sama kyni fara í parlag er forkastiligt, og er støðan sum í Sodoma og Gomorra, og fari eg ongantíð at atkvøða fyri slíkari lóg, óansæð hvussu tey sum hava hesa áskoðan royna at hjernavaska.
Visiónstorgið.
Ja, tey bevega seg longur burtur frá okkara Føroya landið. Har løgmaður saman við Landsstýrið umrøða framtíðarætlan og politikk saman við útisetum. Meðan ungi Syðradalsmaðurin hevur tikið hond um róðurpinnin sum løgmaður ella varða-varða. Men ikki tí, tað klárar hann líka væl sum nakar annar.
Meðan tann rætti løgmaðurin liggur í fullari longd og argumenterar fyri teimum samkyndu, sum um tað var tað einasta rætta í hesum landið. Men vit eru nógv í Javnaðarflokkinum sum slettis ikki eru samd við okkara leiðara.
Meðan løgmaður roynur at fáa okkum her heima, at samtykkja soleiðis at § 266b eisini umfatar tey samkyndu.
So er hann eisini í Danmark og tosar um, hvat og hvussu, fyri at fáa hesar vælútbúnu typurnar heimaftur.
Spurningurin ljóðaði: Hvat kann fáa tykkum heim aftur á klettarnar? Ein svaraði ósmæðin, “tá ið bíblian er farin úr Løgtinginum”. Tað fór mær kalt niður eftir rygginum, og hugsaði eg hart, slíkum manni hava vit ikki brúk fyri. Um so danskarar hava fylt hann undir angar av fornufti.
Løgmaður, hví læt tú ikki Annitu og Finn eiga málið? Tú tók hetta málið á tínar herðar, og gjørdi teg til talsmann fyri samkynd, sum tær heilagu skriftir hava so greiðan boðskap um.
Mín ávaring til tín skal verða: Lat vera við at gera teg til talsmann fyri slíkt. Løgmaður, samgongan hevur gjørt eitt gott arbeiðið í hesum skeiðnum, ongin ivi um tað. Men tá tað snýr seg um hetta málið, tá vil eg drýpa høvur og siga, at Føroya løgmaður stampar ímóti betri vitan.
Meiningina hjá Anitu á Fríðriksmørk skilji eg ikki væl, hóast hon á løgtingi er eitt vælfungerandi tingfólk, sum ikki stendur aftanfyri nakran á tingið við nógvum skilagóðum uppskotum.
Men tá tað snýr seg um skrásett parlag, ja so má samtykkjast, tí minnilutar skulu verjast.
Men tá tað snýr seg um fosturtøku, tá hevur madamman aðra áskoðan. Mamman ræður yvir sínum kroppi, og skal hon avgera, um barnið skal fjernast úr móðurlívið ella ikki.
Eg farið at enda við einum ørindi úr saginum, sum Edvard Grieg yrkti, og Mikkjal á Ryggi umsetti.
Vár Gud, sum lívgar fjøll og fjør. O verj tú vára ættarjørð, ver skjøldur vár í frið og stríð, í sorgum sum í fagnartíð.