Tbilisi, Georgia: Tá dysturin á tjóðarleikvøllinum í Tbilisi var av, hittu vit landsliðsvenjaran og fingu nakrar viðmerkingar frá honum.
– Vit høvdu trupulleikar fyrsta korterið, men koma í gjøgnum tað og fáa so tamarhald á støðuni. So fáa teir eitt mál sum útfrá spælbýtinum helst er uppiborið. Men vit fóta okkum av álvara aftan á, og taka faktiskt alt av teimum líka fram til tíðin fer í fyrra hálvleiki, greiðir Jógvan Martin Olsen frá. Hann heldur, at hetta áttu vit at sæð frammanundan og kallar tað fyri vánaligt verjuspæl, at tað yvirhøvur kom so langt.
Nøgdur við avrik men ikki úrslit
Jú, tað vóru ting at fýlast á í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki bar illa til at seta fingur á nakað – annað enn misnýttar málmøguleikar, sum tað vóru fleiri av. Júst hetta iðrar landsliðsvenjaran, at vit ikki skora, og tí er hann heldur ikki nøgdur við úrslitið.
– Soleiðis sum dysturin myndaði seg eri eg ikki nøgdur við 3-1. Tá man hevur so stórar kjansir sum vit hava, so skulu vit umseta teir til mál, sigur Jógvan Martin Olsen og sipar til teir tríggjar hundrað prosent møguleikarnar, føroyingar høvdu aftrat málinum frá Rógva Jacobsen.
– Vit kundu væl havt fingið tvey mál og hugaligari hevði tað verið at komi heim við javnleiki, metir Jógvan Martin Olsen. Hann heldur eisini, at útvísingin av Fróða Benjaminsen er avgerandi fyri dystin.
– Tað kanst tú ætla, at tað hevði týdning. Vit høvdu nógv betur fatur á teimum tá, sigur landsliðsvenjarin, sum helt reyða kortið vera ógvuliga bíligt. Jógvan Martin Olsen finst eisini at dómaranum í samband við seinasta málið hjá georgum.
– Triðja málið ivist eg í, um har er brotsspark, og aftrat tí var tað ein heilan minutt út um ásettu tíðina, vísir Jógvan Martin Olsen á. Hann skýrir dómaran at vera heimadómara so tað forsló.