Tríggir sigrar á rað og tann fjórði var á stokkinum. Holst og hinir skuldu bara hála sigurin inn um, men mistu fongin, tá hann var at rokna sum heima. Í orðsins rætta týdningi var tað eisini Holst, sum misti bóltin, ið førdi til álopið, tá Lyngby javnaði í 89. minutti á Lyngby Stadion seinnapartin í gjár.
- Sum partur av einum liði er tað ræðuligt at luttaka í slíkum, og tá eg sjálvur eri beinleiðis partur av tí, er tað uppaftur verri. Tíverri er tað eg, sum missi bóltin, áðrenn Lyngby skorar. Eg eri ørur í høvdinum, so harmur eg eri um hetta, greiðir Christian Lamhauge Holst frá á heimasíðuni hjá Silkeborg.
Føroyski landsliðsleikarin spældi annars dystin á tamb í vinstra borði. Framrættaði miðvallarleikarin vísti góðar taktir móti fyrrverandi felagi sínum, hevði fleiri góðar royndir og onkrar góðar sendingar. Seks minuttir fyri leiklok var um reppi, at Christian Lamhauge Holst avgjørdi dystin, men hann var ikki eins kaldur sum móti Norður Írlandi, og misnýtti annars fína møguleikan at økja um leiðsluna til 0-2.
Fáar minuttir seinni misti Holst bóltin í álopsspæli, Lyngby gjørdi skjótt av og so var 1-1. Soleiðis lumpaðu uppflytararnir seg til eitt stig og hetta iðra teir í Silkeborg seg um, heldur enn at frøast yvir, at liðið ikki hevur tapt fimm teir seinastu dystirnar.
Frá Camp Nou til Silkeborg
Eftir at vónbrotið um mistu stigini hevði lagt seg í gjár, dugdi Christian Lamhauge Holst eisini at síggja tað positiva.
- Vit eru munandi betri nú, enn vit vóru fyri einum mánaði síðani og leikliga framgongdin fer uttan iva at tryggja okkum fleiri stig framyvir, sigur Christian Lamhauge Holst. Hann vónar, at fyrstu stigini verða tikin longu sunnudagin, tá ótrúliga sterka oddaliðið FCK kemur á vitjan í Silkeborg.
Havandi í huga seinasta dystin millum júst hesi bæði liðini, er tað ikki ein ógjørlig uppgáva. Silkeborg spældi 2-2 javnleik í Parkini fyri einum góðum mánaði síðani, men síðani tá hevur FCK víst nærum ræðandi styrki – ikki bara í heimligu deildini, men eisini í Champions League, har FCK hevur verið sera væl fyri.
FCK vann sannførandi 5-0 í gjár á OB og eru 13 stig frammanfyri FC Midtjylland, ið eigur ein dyst til góðar. Næsta uppgávan hjá FCK verður í Parkini týsdagin, tá teir vitja á Camp Nou hjá mætu FC Barcelona. Fimm dagar er uppgávan heldur minni eksotisk. Mótstøðuliðið er Silkeborg á Silkeborg Stadion, og tað flenna tey kring felagið hjá Holst nógv eftir.










