Holland fult stigatal

Innskifti Eljero Elia syrgdi fyri, at Holland kundi fara ígjøgnum alla HM-undankappingina við fullum stigatali, sum bert fimta tjóðin gjøgnum tíðirnar. Elia skoraði ímóti Skotlandi í Glasgow, tá 82 minuttir vóru farnir, og við hesum sigrinum er Holland heili 14 stig framman fyri Norra, sum er næstfremst í bólkinum. Skotar høvdu sína møguleikar á Hampden Park við eitt nú tveimum royndum á stengurnar, men megnaðu ikki at fáa mál, og sostatt endaði tað við, at Holland kundi vinna dystin 1-0.