Í sambandi við altjóða kvinnudagin 2010 verður hjálpartiltakið Sahbai í Ebenezer mánadagin 8. mars og mikudagin 10. mars. Hjálpartiltakið Sahbai hevur til endamál at hjálpa gentum og kvinnum, ið eru komnar illa fyri á skøkjumarknaðunum í Kambodja og Teilandi.
Mánadagin og mikudagin frá kl. 14.00 til 18.00 er møguleiki at ogna sær okkurt plagg ella tinganest úr fjareystri. Logos Bókasøla fer at selja lesnað um alsamt vaksandi trælahandilin og vørurnar hjá Sahbai. Allur peningurin fer til at stuðla felagsskapunum í Kambodja og Teilandi, sum hjálpa gentum og kvinnum at koma burtur úr skøkjulívi.