Í ritinum Sjóvarmál, sum Havstovan gevur út, var í fjør áhugaverd grein um gulllaks, sum tann ókendi fiskur hann er.
Og tó.
Gulllaksur kann vera ókendur á havinum, men í Leirvík hava tey kent og fingið nógv burtur úr hesum fiskaslagi gjøgnum fleiri ár, og í vertíðini í summar hevur nógv gulllaksavirksemi eisini verið á Faroe Pelagic í Kollafirði.
Sama er við teimum skipum, sum í vertíðini hava verið á hesi veiði.
Hjá fiskimonnum og arbeiðsfólki er gulllaksur soleiðis ikki ein ókendur fiskur.
Leiðirnar, har fiskurin verður veiddur, eru heldur ikki ókendar eftir so mong ár.
Áhugaverd verkætlan
Føroyski fiskiskapurin eftir gulllaksi byrjaði í 1994. Hesa tíðina eru longd og aldur á fiskinum skrásett í sambandi við landingar. Men sum heild er vitanin um lívfrøðina hjá gulllaksi lítið kend.
Fyri at bøta um hetta og lýsa lívfrøðina hjá hesum fiskaslagi fór Havstovan í 2006 undir eina verkætlan, sum lutvíst er fíggjað av vinnuni. Í hesum tíðarskeiði er tilfar savnað um longd, vekt, kyn, búningarstig og aldur á fiskinum. Hópur av tilfari er soleiðis savnað um lívfrøðina hjá gulllaksi síðan 2006.
Eitt, sum hesar kanningar vísa, er, at bæði miðallongd og miðalaldur á gulllaksi eru minkað síðan 1994. Men hetta er ikki óvanligt, tá ein stovnur fyrstu ferð verður fiskaður. Hinvegin veit lívfrøðin á havinum ikki, um hetta er allur sannleikin. Lækkandi miðalaldur kann eisini vera ábending um, at trýstið á stovnin er ov stórt.
Ansast má eftir
Meginreglan er, at fiskasløg, sum veksa seint, eiga ikki at verða hart troytt. Gulllaksur kynsbúnast, tá hann er 6-8 ára gamal, og verður stovnurin veiddur ov hart, er vandi fyri, at stórur partur av stovninum verður undir kynsbúningaraldur.
Gulllaksur veksur seint og gerst lutfalsliga gamal.
Kanningar hjá Havstovuni vísa, at størstu gulllaksarnir, sum eru skrásettir, eru 53 cm. langir og viga umleið 1,3 kilo. Hesir eru í minsta lagi 20 ára gamlir, og elstu gulllaksarnir eru 29 ár.
Gulllaksur gýtir vanliga í apríl og mai, men frávik
eru frá hesum. Eftir at fiskurin er farin at gýta, minkar vøksturin, og hetta sæst eisini aftur á nytrunum, sum annars siga nógv um fiskin. Árini eftir, at gulllaksur er farin at gýta, verða árringarnir í nytrunum smalari.
Tað siga Eydna í Homrum og Lise H. Ofstad, sum skrivaðu frágreiðingina um gulllaksin í Sjóvarmáli.