Hildu at bilførarar vóru fullir - men tað var nakað heilt annað

Tað er ikki bara rúsdrekka og rúsevni, bilførarar skulu ansa eftir

Tað sær út sum at fólk hava tikið tilmælini um koronu til sín. Tað sigur løgreglan í morgun. Hetta vikuskiftið hevur lítið verið at sæð av fólki í býnum og skeinkistøðini hava hildið tilmælið um at lata aftur klokkan 23.

 

Kortini hava tað verið nógv jólaborðhald, men talan hevur verið um smærri veitslur og tað hevur ikki elvt til nakað stríð hjá løgregluni, uttan tað, at tey hava hjálpt onkrum fullum fólki og onkur fráboðan hevur verið um húsaófrið.

 

Men so hevur løgreglan eisini fingið onkrar fráboðanir um, at illgruni er um, at bilførarar hava koyrt við kenning. Tey hava boðað løgregluni frá, at koyringin hevur verið so óstøðug og skinklandi, at tey ivast ikki í, at bilførarnir hava verið ávirkaðir.

 

Tá ið løgreglan so hevur eygleitt bilarnar, hava tey heldur ikki ivast í, at bilførararnir høvdu kenning. Men tá ið bilarnirso vórðu steðgaðir, vísti tað seg, at tað var ikki tað, sum var galið. Løgreglan sigur, at bilføraranir vóru blanka edrúir – men orsøkin til, at koyringin var so óstøðug, var, at teir vóru troyttir.

 

Talan var um fólk, sum høvdu verið á jólaborðhaldi, tó uttan at hava drukkið. Men táið tey so skuldu til húsar tíðliga í morgun, vóru tey so troytt, at tey í roynd og veru ikki orkaðu at koyra bil, og so varð koyringin hareftir.

 

Er bilførarin troyttur, er skjótt at sovna, tí tað kann verða rættiliga langligt og monotont at koyra bil. Løgreglan sigur, at hetta kann sjálvandi verið ógvuliga vandamikið, bæði fyri bilføraran sjálvan, men eisini fyri onnur. Tískil eru hyggjuráðini, at eru fólk troytt, eiga tey ikki at koyra bil.