Hevur loyvi til 1.400 gørn - setti 4.649

Skiparin og reiðaríið hjá garnaskipinum Anitu verða ætlandi ákærd fyri sjey brot á galdandi veiðireglur.

Í fyrsta lagi fer ákæruvaldið at reisa ákæru um, at gørnini hjá Anitu stóðu nógv longri enn teir 72 tímarnar, sum kunngerðin ásetir sum mestamark, og í øðrum lagi verður skiparin ákærdur fyri ikki at hava boðað Vørn frá, á hvørjarri knattstøðu teir høvdu sett gørnini. 

 

Tað sigur ákærin, Linda Hesselbjerg, við útvarpið hjá Kringvarpinum. 

 

Sambært teirri triðju ákæruni hevði Anita nógv fleiri gørn, enn skipið hevur loyvi til. Anita hevur loyvi at seta 1.400 gørn, men tá Brimil var hjá Anitu, nú gørnini vórðu drigin, vísti tað seg, at skipið hevði 4.649 gørn standandi ella meiri enn tríggjar ferðir meiri, enn loyvið sigur. 

 

Tað vísti seg, at ein trossi við svartkalvagørnum var ímillum havtaskugørnini, og tað er ólógligt, tí garnaskip kunnu ikki royna eftir havtasku og svartkalva samstundis. Kunngerðin ásetir, at Vørn skal hava boð, tá skip leggja um, og tað hevði skiparin á Anitu ikki gjørt. Kunngerðin sigur eisini, at skiparin skal skriva í dagbókina, nær gørnini eru sett, men tað var ikki gjørt. 

 

Loksins fer ákæruvaldið at reisa ákæru ímóti skiparanum fyri at hava blakað fisk útaftur. Brimil var hjá Anitu, tá gørnini vórðu drigin, og alt bendir á, at skiparin gjørdi av at blaka fiskin út. Tað er ikki loyvt. 

 

Løgreglan hevur lagt hald á reiðskapin, sum er mettur til 1,6 millión krónur, og verjin hjá skiparanum og reiðarínum hevur fingið boð um at seta 2,4 milliónir krónur í trygd fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskapin, skrivar KVF.