- Eg plagi at fáa millum 10 og 13 í øllum lærugreinum. Tað er líka í føroyskum, at eg ikki klári meg so væl. Har havi eg onkuntíð fingið eitt 9-tal.
Soleiðis sigur Sigmundur Hannesarson, sum fyri nøkrum døgum síðani fekk prógv sum støddfrøðiligur studentur. Eins og allar aðrar pisurnar gongur hann í hesum døgum errin runt við húgvuni, ið signalerar, at hann hevur gjøgnumført miðnámsútbúgvingina. Hann kann tó loyva sær at vera eitt vet meira errin enn øll hini. Sigmundur Hannesarson hevur besta prógvið í ár.
- Øll spyrja, hvat uppskriftin er til at fáa eitt so gott prógv. Eg kann ikki svara annað enn tað vanliga, mann plagar at hoyra frá øðrum, sum hava fingið høgar karakterir. Eg geri nógv við skúlan, sigur Sigmundur Hannesarson lítillátin.
Hevur verið strævið
Herfyri var Sigmundur Hannesarson til sína seinastu próvtøku á Studentaskúlanum í Hoydølum. Seinastu vikurnar hevur hann verið til fimm skrivligar og tríggjar munnligar próvtøkur, har úrslitið fyri tað mesta varð próvtalið 11 og 13. Soleiðis hava støðumetini eisini verið hesi trý árini, Sigmundur Hannesarson hevur gingið á støddfrøðiligu deild.
Hektiskar og strævnar. Soleiðis lýsir Sigmundur Hannesarson hesar seinastu vikurnar, hann hevur verið til próvtøkur.
- Eg havi ikki fingið nógvan svøvn. Onkrar dagar havi eg lisið líka til klokkan seks um morgunin, sovið ein tíma, og so til próvtøku, sigur Sigmundur Hannesarson, ið hevur fyrireikað seg væl til allar próvtøkurnar.
- Eg havi ikki fyrireikað meg eftir nøkrum ávísum leisti, men eg havi lisið øll evnini ígjøgnum og annars bara lisið, líka inn til eg havi havt eina kenslu av, at nú klári eg at svarað øllum tí, sum lærarin og sensor nú einaferð kunnu finna upp á at spyrja um undir próvtøkuni, fortelur Sigmundur Hannesarson.
Umframt at lesa nógv sjálvur hevur hann eisini til tíðir siti í bólki saman við flokksfeløgum og fyrireika seg.
- Tað hjálpir eisini nógv, haldi eg, tí tá kanst tú síggja eitt evni frá fleiri sjónarhornum, sigur Sigmundur Hannesarson.
Men vilja øll ikki vera í bólki saman við honum, tá tey vita, at hann altíð fær góðar karakterir?
- Jú, eg varð bjóðaður at vera við í fleiri bólkum, sigur Sigmundur Hannesarson spakuliga. Hann hevur á ongan hátt hug at reypa. Tvørturímóti.
Framløgan skal fyrireikast
Hvørja ferð Sigmundur Hannesarson hevur verið til próvtøku, hevur hann klárað seg væl. Sjálvur heldur hann, at fyrireikingartíðin, áðrenn tú skalt inn til sjálva próvtøkuna, hevur stóran týdning.
- Tá fyrireiki eg tað, sum eg ætli mær at leggja fram fyri læraranum og sensor, og brúki bara nakrar fáar minuttir upp á at lesa um evnið. Tað havi eg gjørt dagarnar frammanundan og veit, hvat tað snýr seg um, sigur Sigmundur Hannesarson og heldur fram:
- Ístaðin fyri at lesa plagi eg at ganga runt í fyrireikingarhølinum og leggja fram fyri mær sjálvum, sigur Sigmundur Hannesarson og hevur hug at flenna.
- Men eitt annað gott ráð í sambandi við próvtøku er at brúka alla tíðina. Tað plagi eg at gera, og á tann hátt stýri eg í stóran mun sjálvur, hvat gongur fyri seg undir próvtøkuni, sigur Sigmundur Hannesarson og nevnir ein annan fyrimun við at brúka alla tíðina inni í próvtøkuhølinum.
- Á tann hátt er heldur ikki tíð til teir heilt nógvu spurningarnar frá lærara og sensor. Onkrir spurningar koma sjálvandi altíð, men við at brúk alla tíðina til at leggja fram avmarkar tú tíðina, har lærarin og sensor kunnu seta teir spurningar, sum tú kanska ikki dugir so væl at svara.
Ger sær ómak
Sigmundur Hannesarson heldur, at tað eru tvey ting, ið eru avgerandi fyri, at tú kanst fáa eitt gott prógv.
- Tað snýr seg fyrst og fremst um at gera nógv við skúlan gjøgnum alt árið. Sjálvur havi eg kanska ikki gjørt so nógv við tað vanliga heimaarbeiðið, men eg havi gjørt mær ómak við øllum innlatingum. Eitt nú tá eg havi skrivað ein stíl, so havi eg brúkt nógva tíð upp á at hyggja væl eftir øllum setningum og orðingum, fyri at fáa hvønn einstaka setning at ljóða so væl, sum til ber, sigur Sigmundur Hannesarson.
Eisini lærararnir hava stóra ávirkan, heldur hann.
- Tað er ógvuliga týdningarmikið, hvussu lærarin leggur tíman til rættis. Hann skal duga at gera evnið áhugavert. Megnar hann tað, tímir tú automatiskt betri at fylgja við í undirvísingini. Eg havi sjálvur upplivað, at onkur lærugrein hevur verið ordiliga keðilig, og eingin í flokkinum hevur tíma at fylgt við í undirvísingini. Men tá vit so hava skift lærara, so hava øll knappliga hildið júst ta lærugreinina verið áhugaverda og hava gjørt nógv við at fyrireika seg og lisið uppá til hvønn undirvísingartíma, greiðir Sigmundur Hannesarson frá.
- Ofta er tað gott at sita fremst, tá undirvísing er. Tá fær mann mest við, og tað er einki, ið órógvar, sigur Sigmundur Hannesarson.
Hóast hann brúkar nógva tíð upp á skúlan, so sigur hann seg kortini ikki vera týpan, sum bara situr inni og ger skúlating.
- Eg havi eisini eitt sosialt lív, og tað skal tað eisini vera tíð til. Eg plagi at sparka fótbólt, spæla telduspæl saman við vinmonnunum, og so gangi eg eisini eitt sindur í býnum, sigur Sigmundur Hannesarson og leggur skemtiliga afturat, at síðani húgvan kom á høvdið, hevur talið av býtúrum verið væl hægri enn vanligt.
Stjørnualisfrøði í Onglandi
Við einum miðaltalið á 10,9 eru møguleikarnir fyri eini hægri útbúgving nógvir. Og Sigmundur Hannesarson veit longu, hvussu prógvið skal brúkast.
- Eg ætli mær at fara til Onglands at lesa stjørnualisfrøði. Mær hevur altíð dámað væl alisfrøði, og nú havi eg møguleika fyri at útbúgva meg innan tað, og tað gleði eg meg til, sigur Sigmundur Hannesarson.
Hann fer tó ikki á skúlabonk í Onglandi rættiliga enn, tí komandi tíðina vil hann forvinna sær pening og síðani ferðast ymsastaðni.
- Planurin er, at eg arbeiði til einaferð næsta vár, og síðani fari eg at fjakka við vinfólki. Ætlanin er at koma víða, og tí verði eg noyddur at arbeiða frá nú av og til vit fara avstað, sigur Sigmundur Hannesarson.
Hóast hann er vanur við toppkarakterir og hevur fleiri 13 tøl í próvnum, veit hann eisini, hvussu tað er, tá tað gongst minni væl til eina próvtøku.
- Einaferð var eg til skrivliga próvtøku í støddfrøði og helt sjálvur, at tað gekk væl. Karakterurin bleiv tó alt annað enn góður, tí eg hevði gloymt at blaða um á ta einu síðuna og sostatt ikki roknað eina heila síðu. Men so havi eg roynt tað, sigur superstudenturin og flennir.