Ukraina lopið á lóðurverksmiðju og oljuterminal

Ukrainski herurin sigur, at talan var um fleiri spreingingar, tá lopið varð á eina verksmiðju, sum framleiðir lóður

 

Ukrainski herurin sigur seg hava rakt eina stóra russiska verksmiðju í býnum Dzerzjinsk, og hetta er ein verksmiðja, sum framleiðir lóður.

 

Haraftrat er eisini ein oljuterminalur á Krim-hálvoynni raktur í ukrainskum álopum.

 

Sagt verður, at verksmiðjan, sum framleiðir spreingievni, er ein av høvuðsveitarunum til russiska herin.

 

Haraftrat er oljuterminalurin á Krim týðandi í veitingini av brennievni til russisku krígsmaskinuna.

 

Í einum boðum sigur umboð fyri ukrainska herin, at talan var um fleiri spreingingar, tá lopið varð á verksmiðjuna, sum framleiðir spreingievni.

 

Um álopið á oljuterminalin á Krim-hálvoynni verður sagt, at eldur stóð úr terminalinum.

 

Norska kringvarpið - NRK - sum skrivar um ukrainsku álopini, sigur, at higartil hevur Russland ikki gjørt viðmerkingar til hendingarnar.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Myndin, sum er úr krígnum millum Russland og Ukraina, er tilvildarlig