Vánalig flog­lík­indi tarna fýra lands­liðs­leik­ar­um at sleppa heim

Eyðun Klakstein hevur 19 av 23 leikarum tøkar til venjing í dag

Fýra A-landsliðsleikarar vóru í leiki fyri lið síni ígjar ígjár.

 

Gunnar Vatnhamar og liðfelagar hansara í Víkingi Reykjavík tryggjaðu sær íslendska meistaraheitið ígjár við 2-0 (1-0) heimasigri á FH.

 

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagar hansara í KA hava tryggjað sær plássið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini aftaná javnleik 1-1 (0-1) í dysti á heimavølli móti Vestri.

 

Jóannes Bjartalíð fekk fulla spælitíð, tá hann og viðleikararnir á heimavølli spældu javnleik 1-1 (0-1) móti Ham/Kam á leikvøllinum í Fredrikstad. 

 

Mattias H. Lamhauge fekk toppkarakter frá Soccerstand fyri avrikið ígjár, tá FC Fredericia tapti 0-2 (0-0) fyri Brøndby á Monjasa leikvøllinum í Fredericia.

 

Hesir fýra skuldu eftir ætlan flúgva heim til Føroya í dag, men teir vera í Føroyum í fyrsta lagi í morgin, tí eingi floglíkindi eru í dag.

 

Eyðun Klakstein hevur í dag 19 av 23 úttiknum leikarum tøkar til venjing. So er at vóna, at talið verður fult í morgin. 

 

Føroyar spæla HM-undankappingardyst móti Montenegro á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19.45.