Varpið var at kall fullsett og enntá varð bíðað eina lítla løtu eftir Páll og konuni, Charlottu, sum kom við flúgvaranum bert til hesa løtuna.
Signhild V. Johannese, forkvinna í Mentanarnevndini helt røðu, har hon m.a. segði:
”Vit, sum nú eru komin eitt sindur til árs, kenna best Alex frá okkara skúlatíð. Í besta stíli og karakteri, í klædningi, hvítari skjúrtu og slipsi, kom hann eftir gongini og kundi nevna ein hvønn næming við navni. Minnið hevur tú havt gott, og tað hevur tú enn hóast høga aldurin. Virðing og ábyrgd var tað, sum eymerkti teg sum skúlastjóra, Men vit vita, at aftan fyri stjóran var ein bleytur persónur. Ein maður, pápi og abbi, og ikki minst, nú tú fekst abbabørn á eldri árum, kom hetta til sjóndar.
Á klaverinum í auluni í Ósáskúlanum: Faðir fylg mær hendan dag, Nú skínur sólin bjarta, Syng syng syng músabróður mín o.a. Fyri mítt viðkomandi dýrabærar løtur, sum bara hava góð minnir, og sum hava givið okkum skúlabørnum innlit og vitan um so mangt, náttúru og menniskja”.
Ein frálík konsert á flyglinum, sum Alex hevur biðið um í fleiri ár. Vit hava einki Steinway flygil í Norðoyggjum. Hetta gramdi hann seg um longu seint 80-unum. Men í sambandi við, at Varpið varð bygt, eydnaðist tað at fáa útvegað eitt tað besta konsertflyglið hjá Steinway við hjálp frá niðurlagda kommunala Starvsmannafelafnum, Augustinus grunninum og Bakkafrost.
Ein frálík konsert, har, sum Alex segði, flyglið ljóðaði sum eitt orkestur.
Jóhannes Andreasen spældi Fantasie D-moll og Rondo D-dur av Wolfgang Amadeus Mozart og síðani eina Sonatu í fýra satsum í B-dur av Frantz Schubert.
So væl varð spælt, at Jóhannes bleiv klappaður inn aftur og spældi eitt eyka stykkið av Chopin. Jóhannes greiddi frá, at hann alla sína tíð hevði kent Alex, sum hann hevði stóra virðing fyri, tí pápi hansara og Alex spældu saman á violin í Føroya Symfoniorkestri.
Ein frálík løta frammanfyri stóra pallin, ið er undir byggjan fyri stóra leikinum ”Friður á Pallinum”, sum verður sýndur seinni í mánaðinum – ein rulliscena á 9 m í diametur, sum Edward Fuglø og Tekniski skúli skipa fyri.
Aftaná varð boðið kaffi og køkur, og prátið gekk so lystiliga, har øll vildu sleppa at heilsa uppá høvuðspersónin, Alex.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
##med40##
##med41##
##med42##
##med43##
##med44##
##med45##
##med46##
##med47##
##med48##
##med49##
##med50##
##med51##
##med52##
##med53##
##med54##
##med55##
##med56##
##med57##
##med58##
##med59##
##med60##
##med61##
##med62##
##med63##
##med64##
##med65##
##med66##
##med67##
##med68##
##med69##
##med70##
##med71##
##med72##
##med73##
##med74##
##med75##
##med76##
##med77##
##med78##
##med79##
##med80##
##med81##
##med82##
##med83##
##med84##
##med85##
##med86##
##med87##
##med88##
##med89##
##med90##
##med91##
##med92##
##med93##
##med94##
##med95##
##med96##
##med97##
##med98##
##med99##
##med100##