Ræðuliga flóðaldan, sum herjaði í Asiu um jólini, merkist eisini aftur í Føroyum. Á tann hátt, at eisini her sita asiatar, sum hava familju og vinir, ið eru raktir av flóðalduni.
Ein teirra er Kalpana Vijayavarathan. Hon hevur búð í Føroyum í 13 ár, men foreldur og systkin hennara búgva framvegis í India. Maður Kalpanu, Abraham, er eisini úr India.
Tætt við sjógvin
Foreldrini hjá Kalpanu búgva bert tríggjar kilometrar frá sjóvarmálanum, men teirra hús eru ikki undir í vatni eins og onnur.
- Tað er ógvuliga torført at sita so langt vekk og vera so hjálparsleys, sigur Kalpana.
Hon greiðir frá, at vanlukkan ávirkar dagligdagin heima við hús.
- Eg hugsi um tað alla tíðina, og harafturat fái eg ikki latið vera við at tendra sjónvarpið og fylgja við. Vit fingu ikki fatur á familjunum hjá okkum fyrr enn í gjárkvøldið, men tey hava tað øll tíbetur gott.
Lokalar sjónvarpsstøðir hava víst myndir frá nærumhvørvinum, har Kalpana er uppvaksin. Hon greiðir frá, at bæði skúlin, lærdi háskúlin og universitetið eru vorðin fylt við vatni.
- Eg eri mest bangin fyri, um landið fer at koma fyri seg aftur, og hvussu indarar fara at klára seg.
Glað og kedd
Fólk í India eru bangin fyri, at ein nýggj flóðalda fer at herja innan stutta tíð. Tí hava foreldur Kalpanu lagt ætlanir um at flyta longur inn í Madras til ein pápabeiggja, um ávaringar um eina nýggja aldu koma.
- Samstundis sum eg eri sjokkerað og full av sorg, so eri eg eisini glað fyri, at foreldur, vertsforeldur og familja hava tað gott. Hinvegin hugsi eg eisini um øll tey túsundtals menniskjuni, sum ikki hava tað gott.
- Eg hevði sjálv viljað verið í India í hesum døgum, so eg kundi hjálpt til. Kanska tvey fólk gera ikki so nógvan mun, men ígjøgnum kirkjuna høvdu vit kunnað hjálpt fleiri.
Kalpana, maðurin og børnini vitja í India annað hvørt ár. Tey vóru har yviri í summar, so leiðin gongur ikki yviraftur fyrr enn um tvey ár.