Hevði pápi havt Corona, fekk hann hjálp…

Í nógv ár hevur pápi mín  havt prostatakrabba, men seinastu vikurnar eru krabbin ordiliga farin at gera um seg.

Leygardagin í næstsíðstu viku var heilt galið, tá gjørdist pínan so øgilig, at eg umgangandi mátti fáa fatur á lækna, sum kundi geva honum morfin. Bæði læknavaktin og kommunulæknin gjørdu skjótt av, og innanfyri 60 minuttir, hevði eg morfin til hansara.

Vit skiltu ikki, hví pínan brádliga var vorðin so ógvuslig, men tað fingu vit so at vita frá kommunulæknanum á Sandi, sum sá at myndirnar frá beinagrindsskanningini í februar vóru komnar. Krabbin hevði spjatt seg upp í akslarnar. Vit fóru øll í sjokk, tí eingin hevði sett seg í samband við okkum!

Mánadagin ringdi eg á Landssjúkrahúsið, og bað um at tosa við skrivaran hjá urologinum og við pallitativa toymið, men tað var vónleyst at sleppa ígjøgnum, tí øll vóru so upptikin av Corona, so eg sendi ein teldupost… Sama gjørdi eg aftur týsdagin – heldur einki svar…. So ringdi eg mikudagin – eingin hjálp at heinta. Leggjast skal afturat her, at longu mánadagin setti eg meg í samband við kommunulæknan á oynni, sum í stundini setti pápan í pínuviðgerð.

Hósdagin á middegi var eg so desperat, at eg setti meg í samband við ein løgtingsmann. Hesin sendi boðini víðari til viðkomandi landsstýrismann, sum hevði ringt út á Landssjúkrahúsið fyri at kanna málið.

Fimm minuttir aftaná, hevði eg eina damu frá Landssjúkrahúsinum í horninum! Eg haldi, at tað er heilt ótrúligt, at fyri at fáa tey at vakna, skal vera neyðugt at fáa landsstýrismannin at ringja fyri seg.

Hesa vikuna havi eg so aftur roynt at fingið fatur á urologinum, fyri at vita, um tað er møguligt at framskunda telefontíðina hjá pápa, sum eigur at vera 1. apríl.

Eg fekk fatur á skrivaranum, sum sendi hesum lækna ein teldupost, og hann skuldi síðani ringja aftur til mín. Sum er, so er pápi mín ikki í nakrari medecinskari viðgerð, og tí eri eg bangin fyri, at hetta kann vera ein orsøk til, at vit kunnu missa hann langt fyri tíð.

Vit skriva mikukvøld, eingin hevur ringt, eingin svarar tá eg ringi og ongin hevur svarað upp á teldupostin, sum eg sendi í morgun. Tó so, í kvøld lá eitt bræv í postkassanum hjá pápa. Í hesum brævi stóð: ….tygara tíð er flutt til 24. apríl…

Pápi mín situr við deyðanum í fanginum, men tað fáa læknarnir einki gjørt við, tí hann hevur ikki sama prioritet sum Corona!

 

Irdi Mittelstein,

ein desperat dóttir