Nú skal Bú- og Heimatænastan í Suðuroy yvirtaka øll eldrasambýlini í Suðuroy. Tað hevur stýrið fyri Bú og Heimatænastuna, sum er eldrasamstarvið í Suðuroy, nú samtykt.
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeri, sum er formaður í Bú- og Heimatænastuni, sigur, at talan er um ellis- og røktarheimið, Hamragarð, í Vági, umframt eldrasambýlini í Vági og í Hvalba.
- Tað fer sjálvandi at geva kommununum eitt størri fíggjarligt rásarrúm, sigur Mikkjal Sørensen.
Tað eru tær fýra kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, Sumbiar-, Vágs-, Porkeris- og Hovs kommuna, sum eiga tað, og skuldin í tí er einar 22 milliónir, sigur Mikkjal Sørensen.
Hann sigur, at tað er eitt lán, landskassin hevur veit kommununum, og fyribils liggur ikki í kortunum, at tann skuldin fylgir við yvir á Bú og Heimatænastuna. Og um nakað verður gjørt við tann spurningin seinni, veit hann ikki.
Umframt at yvirtaka Hamragarð og sambýlið í Vági og í Hvalba, hevur Bú- og Heimatænastan í Suðuroy eisini samtykt at keypa eldrasambýlið við Sílánna á Tvøroyri, sum er privatogn. Har er pláss fyri níggju búfólkum, og nú verður síðsta hond lagt á tað fyri at fáa tað heilt liðugt.
Mikkjal Sørensen sigur, at Bú- og Heimatænastan hevur samtykt at keypa hesi eldrabýlini fyri góðar 50 milliónir og tá er sambýlið við Sílánna, sum kostar góðar 11 milliónir, tikið við.
Peningurin verður rindaðar kommununum hesi næstu 15 árini, men keypsprísurin fyri sambýlið við Sílánna verður goldin beinanvegin.
Ellis- og Røktarheimið á Tvøroyri er í eini serstøðu, tí har eigur landið grundøkið, so tað er ikki við í hesum sambandi, men sáttmáli er ímillum Suðuroyar Sjúkrahús, og Bú- og Heimatænastuna um tað, sigur Mikkjal Sørensen.
Hann sigur, at í roynd og veru fer hetta ikki at broyta so nógv í dagliga virkseminum, men hann heldur kortini, at viðurskiftini verða nógv greiðari, og tað verður lættari at arbeiða, tá ið alt er undir sama hatti og eigaraviðurskiftini eru greið.
Samtyktin um at Bú- og heimatænastan skal yvirtaka eldrabýlini, skal nú góðkennast í teimum sjey kommunustýrunum í Suðuroy.