Rickie Lambert er navnið á nýggjum framherja hjá Liverpool. 32 ára gamli framherjin er uppvaksin í felagnum, men bleiv sum 15 ára gamal valdur frá, tí hann var ikki mettur at vera góður nokk.
Síðani hevur hann arbeitt seg upp í fótbóltsumhvørvinum, har hann hevur spælt við feløgum sum Blackpool, Macclesfield, Stockport, Rochdale og Bristol Rovers, áðrenn hann í 2009 bleiv seldur til Southampton.
Her megnaði hann skjóta ikki færri enn 117 mál í 235 dystum. Tað gjørdi millum annað, at hann fekk debut á enska landsliðnum. Hann sigur sjálvur, at dreymurin er at koma aftur til Liverpool, og nú bendir alt á, at tað verður veruleiki.
Sambært keldum úr Liverpool, so verður læknakanningin í morgin. Er alt sum tað skal verða, so skiftir Rickie Lambert til Liverpool fyri áleið 35 milliónir krónur. Framherjin er við enska landsliðnum, sum skal spæla í HM endaspælinum komandi summar í Brasil.
Liverpool hevur eisini verið sett í samband við Adam Lallana, sum somuleiðis er enskur landsliðsspælari, men nú vilja søgur verða við, at feløg sum Manchester United og Tottenham vilja hava hann.