Nú er greitt hvør verður fyribilslandsliðsvenjari hjá kvinnum, og hvørjum londum føroyska A-landsliðið við kvinnum skal spæla ímóti í UEFA Nations League kapping, sum byrjar í februar mánað. Fótbóltssambandið boðar frá, at tað verður Pætur Smith Clementsen, sum verður fyribils venjari. Hann hevur fyrr verið landsliðsvenjari hjá kvinnum.
Á middegi var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League 2025-2026 fyri kvinnur. Fyri føroyska kvinnulandsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar endaðu í bólki C1, saman við Slovakia, Moldova og Gibraltar. Dystirnir verða spældir í døgunum 21. til 25. februar, 4. til 8. apríl, og frá 30. mai til 3. juni 2025.
Endalig leikskrá verður væntandi kunngjørd í morgin, fríggjadagin, ella tíðliga í komandi viku. Nú kvinnurnar fara undir nýggja UEFA Nations Legaue kapping, verður tað eisini við nýggjum venjara. Fyribils verður tað Pætur Smith Clementsen, ið kemur at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum fram til 30. juni 2025.