Hentze aftur venjari í B71

Fyrr í vikuni varð greitt, at Frankie Jensen ikki helt fram í starvinum. Nevndin hevði ikki funnist at úrslitunum, men sambandið millum venjara og leikarar var ikki nøktandi.

- Sjálvandi skal Sandoyggin upp aftur í fremstu deildina, har tað er nógv stuttligari at vera, og har er nógv meira fokus á fótbóltinum, sigur Eli Hentze í stuttari viðmerking við kringvarp.fo.

Eli Hentze var millum stuðulsleikararnar hjá B71 í árunum frá 1986 til 2008. Seinast hann stóð á odda fyri liðnum var í farna kappingarári.