Ein av teimum, sum stóð best fyri, tá ið kekkar fingu sítt rættiliga ivasama mál, var Henning Jarnskor. Hann greiddi soleiðis frá hendingini:
? Óli sparkar bóltin út um síðulinjuna, tí at John liggur meiddur á hálvum vølli. Nummar 14 hjá Kekkia (Radek Sloncik, blðm.) tekur innkastið og fær bóltin aftur. Ein av hinum kekkunum rópar okkurt á hann, men Sloncik ristir bara við høvdinum og spælir bóltin millum okkum og til Patrik Berger, sum síðani leggur bóltin fyri føturnar á málskjúttanum, Vladimir Smicer.
? Eftir dystin kom Radek Sloncik yvir til mín og vildi takka fyri dystin, men eg segði »ikki hesaferð«, tí at teir høvdu víst so vánaligan ítróttaranda yvir fyri okkum, segði Henning eftir dystin.
Annars segði Henning, at hann undan dystinum hevði fingið at vita, at kekkarnir vanliga komu nógv gjøgnum sína høgru síðu, og at hann tískil skuldi verða rættiliga verjukendur, men eftir dystin helt Henning, at kekkarnir høvdu ikki gjørt nakrar serligar skreytir úti í tí síðuni. Yngsti Jarnskor-maðurin var eisini sera vælnøgdur við føroysku verjuna, sum hann helt verða sera stinna.
Hann helt eisini, at føroyingar eins væl kundu fingið eitt útjavnandi mál beint fyri dystarlok, tí at við einum manni meira, høvdu vit alt spælið og nakrar heilt góðar møguleikar, segði einasti GÍ-arin, sum var við frá byrjan.
Henning Jarnskor hevur góðar vónir til teir báðar landsdystirnar, sum føroyingar skulu leika í komandi mánaði. Serliga góðar eru vónirnar til dystin í Litavia, har Henning væntar eitt heilt gott úrslit.