Sambært svenska Aftonbladet verður Henrik Larsson nú høvuðspersónur í einum óvanligum skifti í svenskum fótbólti. Blaðið skrivar nevnliga, at spælarin, sum í ár endaði drúgvu yrkisleið sína, nú verður venjari hjá Landskrona Bois, sum spælir í næstbestu svensku deildini. Eitt skifti, sum ikki gerst minni óvanligt, tá Landskrona er grannafelagið hjá Helsingborg, har Henke fekk sítt gjøgnumbrot.