Henke sendi Celtic í pengalandið


Við uppleggum til bæði Barcelona-málini mikukvøldið gjørdist Henrik Larsson ein av avgerandi spælarunum í dystinum. Hetta var seinasti dystur hansara fyri Barcelona, og umframt upplivingina, sum finalan var, fekk hann samstundis givið gomlu liðfeløgunum úr Celtic eina kærkomna gávu. Hevði Arsenal vunnið finaluna, datt Celtic nevnliga niður um liðini, sum vinna sær beinleiðis rætt til Champions League. Tá vildi talan verið um undandystir, og sjálvandi vildi tað inniborið ein vanda fyri, at Celtic ikki fekk fatur á mongu UEFA-milliónunum, sum fylgja við hesum. Nú er tann vandin tó burturi hjá skotsku meistarunum, og ikki minst munnu tey takka Henke fyri hesum