Alivinna
Einki framleiðsluvirksemi hevur verið á Suðurlaks í Vági og Roykivirkinum í Porkeri síðan einaferð seint í ár 2002. Orsøkin til, at steðgur kom í, var, at Heri Hjelm misti ein stóran part av laksinum, tá ið aliringar slitu í illveðri og fórust í brimi. Eingin fiskur var at taka, tá ið leið út á árið og tey, sum starvaðust í framleiðsluni, vórðu uppsøgd.
Heri umhugsaði ymiskar møguleikar, eitt nú at keypa laks aðrastaðni til virkingar, og somuleiðis var uppá tal at arbeiða feskan fisk undan Føroyum, meðan bíðað varð eftir, at laksurin, sum gongur í ringunum, gjørdist tøkuførur.
Føroya Fiskavirking, sum eigur virkið, ið Heri leigar í Vági, hevur ikki viljað, at Suðurlaks fór at arbeiða fisk undan Føroyum.
50-60 tons
Suðurlaks er eitt stórt og dýrt virkið, sum er ógvuliga væl útgjørt við maskinum til meirvirking av alifiski.
Nú nógv hevur verið frammi um norska felagið, Pan-Fish, sum Heri samstarvar við, hava søgur gingið um, at støðan hjá norska felagnum kundi fara at ganga útyvir virksemið í Vági.
Men Heri sigur, at alt gongur sína gongd.
- Vit hava einki framleiðsluvirksemi havt á virkjunum seinastu
mánaðirnar, men gongst sum ætlað, fara vit at taka fisk aftur úr ringunum um mánaðarskiftið, juni/ juli.
Hann sigur, at vøksturin hevur verið góður í vetur, og væntar, at
eini 50-60 tons kunnu takast um dagin, tá ið gongd kemur á aftur.
Ov seint
Spurdur, um ætlaninar nú eru sleptar at arbeiða keyptan fisk í Vági, sigur Heri:
- Nú er so nógv útliðið, og nú líður so væl, til fiskurin hjá okkum aftur er tøkuførur, at ivasamt er, hvat loysir seg.
Hann sigur, at maskinmenninir hava alla tíðina verið til arbeiðis á Suðurlaks, og virkið er klárt at taka ímóti alifiski.
- Men skuldu vit arbeitt annan fisk, hevði verið neyðugt við nøkrum broytingum, sum ikki eru gjørdar, sigur Heri Hjelm.
Nú steðgur hevur verið í framleiðsluni í Vági og í Porkeri, hevur alingin gingið sína vanligu gongd, bæði smoltalingin og alingin úti á.
Í Noregi
Dóttir Hera, Rúna Hjelm, sum er stjóri í fyritøkuni, er í Noregi í løtuni. Sum skilst, er ætlaninin hjá henni at fáast við kræklingaaling í Trønderlag einar 2-3 mánaðir, nú steðgur er í framleiðsluvirkseminum í Vági og Porkeri.