Heitir staðiliga á Høgna Hoydal um at gevast

Ein uppboðssøla kann ikki vera loynilig, soleiðis sum tann hjá Høgna Hoydal er, heldur Bill Justinussen

Eg fari staðiliga at heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at gevast við at bjóða veiðirættindi út á afturlatnari uppboðssølu. Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, nú í eini almennari áheitan á Høgna Hoydal.

 

Bill Justinussen var ein av teimum 18 løgtingslimunum, ið tóku undir við nýggju fiskivinnunýskipanini. Men tað er fallið honum rættiliga fyri bróstið, at fiskirættindi verða seld á afturlætnari uppboðssølu.

 

– Í mini verð eitur onki afturlatin uppboðssøla, tí sjálvt hugtakið uppboðssøla inniheldur opinleika og gjøgnumskygni. Á afturlatnari uppboðssølu fær tann, sum gevur boð, ikki høvi at svara upp á boðið hjá øðrum, og tí er talan als ikki um uppboð, sigur løgtingsmaðurin.

 

– Á eini uppboðssølu er alneyðugt, at tey bjóðandi vita, hvørjum tey eru uppi ímóti, og hvussu høg mótboðini eru, leggur hann afturat. Hann vísir á, at orðabókin hjá Sprotanum sigur, at uppboðssøla er almenn søla har ið tann sum býður hægst fær vøruna.

 

– Gjøgnum alt uppskotið um fyrisiting av sjófeingi verður orðingin “at bjóða út á uppboði” brúkt. Tað kann als ikki pilkast við ta sannroynd, at tá løgtingsfólk hava viðgjørt uppboðssøluna, hava øll havt somu fatan av hugtakinum uppboðssøla, nevniliga hana, sum Sprotin so væl lýsir, sigur Bill Justinussen.

 

– Tí kann tað lættliga skiljast sum, at landsstýrismaðurin nú toyggir og boyggir eitt hugtak og eina skipan, sum øll inntil nú hava havt somu fatan av, sigur hann.