Vil hava vónbrotnar festivalgestir at savnast á Gøtusandi

– Latið okkum savnast á Gøtusandi í annaðkvøld, sigur stigtakari til mótmælis- og stuðulstiltak

Nógv fólk blivu vónbrotin í kvøld, tá G! Festivalurin boðaði frá, at ársins festivalur er avlýstur. Á sosialu miðlunum eru tað serliga nógv, ið finnast at raðfestingini hjá myndugleikunum, og fyriskipararnir av G! Festivalinum siga seg kenna seg kroystar til at avlýsa.

 

Ein teirra, ið er vónbrotin, er gøtumaðurin Sólarn Solmunde. Hann heitir nú á fólk um at savnast á Gøtusandi fyri at vísa sín stuðul til festivalfyriskipararnar.

 

– Øll tit, ið kenna tykkum skuffað, svikin og brotin, nú G! Festivalurin er kroystur av mynduleikunum at avlýsa, og øll tit, ið seta prís uppá føroyskar festivalar, tónleikatiltøk og tað glaða summarið í Føroyum; Latið okkum savnast á Gøtusandi í annaðkvøld (fríggjakvøldið) kl. 18.30, og vísa okkara stuðul og takksemi fyri fyriskiparunum av hesum tiltøkum, skrivar Sólarn Solmunde á sínum Facebook-vanga.

 

Fleiri hava sagt seg taka undir við hesum, meðan summi ikki skilja, hvat tað skal vera gott fyri at savna so nógv fólk.