Áheitan á landsstýrismannin í fíggjarmálum

Norðoya Sambandsfelag
???????
Norðoya Sambandsfelag kann als ikki góðtaka, at almenn arbeiðspláss verða flutt úr norðoyggjum inn á meginøkið, serliga ikki í hesum døgum tá fiski- og alivinnan hevur tað trupult.
Felagið ber ótta fyri at avgerðin hjá landsstýrismanninum um at steingja økisskrivstov-una hjá Toll og Skatt í Klaksvík kemur at lækka tænastustøðið til borgararnar í norðoyggjum.
Heitt verður tí á landsstýrismannin um at endurskoða ætlanina við atlitið til orðingarnar um økismenning í samgonguskjalinum.