Heita á fólk um at halda seg innandura

- Hørðu hvirlurnar hava havt við sær, at ein tekja er við at ríva seg leysa, sigur átaksleiðarin í Sunda kommunu

- Fólk á Oyri og Oyrarbakka verða biðin um at halda seg innandura fyri trygdina skyld.

 

Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður sagt, at hørðu hvirlurnar hava havt við sær, at ein tekja er við at ríva seg leysa. 

 

Tí verður í løtuni heitt á fólk á Oyri og Oyrarbakka um at halda seg innandura.

 

- Her er kolandi stormur og heitt verður á fólk um ikki at fara út. Hetta er serliga galdandi fyri fólk, sum búgva norðanfyri bátahylin á Oyrarbakka.

 

Tað sigur átaksleiðarin í Sunda kommunu, Magnus Madsen, við KvF í løtuni.

 

Hann leggur aftat, at soleiðis, sum veðrið er í løtuni, er ikki ráðiligt at taka sær av tekjuni, sum er við at ríva.