Heita á bilførarar um at vísa størsta varsemi

Koyrilíkindini eru sera vánalig og bilførarar eru komnir illa fyri í illveðrinum í morgun.

 

Tað er av ringasta veðri í morgun, bæði til vind og kavarok og løgreglan sigur, at tað er komið óvart á summar bilførarar.

Onkur ferðsluóhapp hava verið, har bilar eru farnir útav av vindi og hálku, men talan hevur verið um smáttarí og eingin fólkaskaði hevur verið.

 

Ferðsluóhappini hava verið í Eysturoy, men aðrastaðni hava bilar rent seg fastar, men eru slopnir leysir aftur sjálvur.

Hjálp er á veg til bilarnar, sum eru farnir útat, sigur løgreglan.

 

Men løgreglan heitir á bilføarar um at vísa størsta varseni, tí at tað eru vánalig koyrilíkindi um alt landið.

Men serstakliga eru umstøðurnar vánalig á Vestmannavegnum og í Eysturoy, sigur løgreglan.

Landsverk sigur, at tað er jarðrok á Vestmannafegnum og á Oyndafjarðarvegnum eru eisini vánalig líkindi.

Í løtuni er ikki koyrandi til Gjáar og á Oyggjarvegnum

Samstundis er rættiliga nógvur vindur, upp í 32 metrar á Viðareiðisvegnum, á Gjaárskarði er kolandi stormur við hvirlum upp á 40,4 metrar um sekundið, á Brekkuni Stóru í Sandoy er hann upp í 45,6 metrar um sekundið og á Porkerishálsi er hann eisini yvir 40 metrar um sekundið í hvirlunum.

Yvirhøvur liggur hann upp ímóti 30 metrar um sekundið og meiri enn tað, kring alt landið.

Samstundis verður boðað frá hálku heilt úr Norðoyggjum, suður á Kaldbaksvegin og á Sund og vestur í Vágar.