Sunnudagin kom heimsins størsti brunnbátur, Ronja Storm, til Tasmania, sum liggur út fyri Avstralia. Sambært iLaks skal norski brunnbáturin hjá reiðarínum Sølvtrans arbeiða eftir einum 10-ára sáttmála við alifelagið, Huon Aquaculture.
Bæði reiðaríið, sum eigur bátin og alifelagið í Tasmania, skriva um hendingina á sínum Facebook-síðum. Sambært Huon Aquaculture steðgaði Ronja Storm í høvuðsstaðnum í Ný Sælandi, Wellington, har skipið bunkraði olju.
Ronja Storm tekur sum núverandi heimsins størsti brunnbátur 7.450 rúmmetrar av sjógvi í fiskatangunum. Áðrenn brunnbáturin kann byrja sítt virksemi í Tasmania, skal hann gjøgnum eitt lívfrøðiigt trygdar-og tolleftirlit, veit iLaks at siga.
- Hetta eftirlit kann taka upp til eina viku. Tá eftirllitið er fingið frá hondini, skal brunnbáturin gera nakrar royndartúrar, áðrenn hann rættiliga byrjar sítt virksemi á okkara alibrúkum, vita tey hjá Huon Aquaculture í dag at siga.











