Heðin á Lakjuni fyri Inga Højsted

Ungi Arsenal leikarin hevur fingið fiburskaða, og verður ikki við ímóti Íslandi leygardagin

B36-leikarin Heðin á Lakjuni fekk seint mikukvøldið boð um at pakka taskuna, tí landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, hevur brúk fyri skjóta klaksvíkinginum í Íslandi. Ungi Ingi Højsted hevur fingið so álvarsaman fiburskaða, at Arsenal-leikarin ikki verður tøkur hjá landsliðsvenjaranum til dystin ímóti Íslandi leygardagin.

Heðin fór av landinum við Atlantic Airways tíðliga gjáramorgunin. Vit hittu Heðin á máli, júst eftir at hann var lendur í Reykjavík. Hann var fegin um úttøkuna, og hann kennir seg væl fyri, um brúk skuldi verið fyri honum til dystin leygardagin.