HB áleypari venur við AB

- Vit eru í samráðingum, sigur ítróttarstjóri

Símin Hansen, sum hevur spælt við HB higartil í ár, venur í hesum døgum við AB. Argjamenn hava leitað eftir einum framherja, og tí er verður nú hugt nærri at Símini Hansen.

 

- Ja, hann venur við okkum, men vit hava ikki gjørt nakra avtalu enn. Vit leita eftir einum framherja og hyggja tí nærri at honum, sigur Thomas Juul S. Thomsen, ítróttarstjóri í AB.

 

AB hevur tryggjað sær Jobin Drangastein aftur, eftir at hann í vestur skifti til Víkingi, eftir at hava spælt við argjamonnum øll árini.

 

Argjamenn liggja í løtuni undir niðurflytingarstrikuni við fimm stigum.