HB hevur í dag boðað frá, at samstarvið við Kára Reynheim sum venjara hjá besta kvinnuliðnum, er endað. Hann tók við starvinum fyrr í ár, tá loyvini hjá Chris Harrington ikki komu upp á pláss,
- HB og Kári Reynheim, sum hevur verið venjari hjá Betri-kvinnum, hava í dag valt at endað samstarvið. Tað eydnaðist ikki at finna neyðuga stevið millum spælarahópin og venjaran, og tí bar ikki til at halda fram. Tað er farið undir tilgongdina at finna nýggjan venjara til kvinnurnar, og væntandi fyriliggur ein loysn innan stutta tíð, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
HB spældi um vikuskiftið javnleik 1-1 móti B36. HB hevur fingið tvey stig í trimum dystum í ár og liggja á fimta plássi av seks liðnum.