Havsbrún fær aftur rávøru

Tá ráfiskanøgdirnar vóru størstar, keypti Havsbrún í eitt ár umleið 335.000 tons. Tá ringast stóð til, vóru nøgdirnar heilt niðri á 47.000 tonsum. Nú sær aftur betri út.

Havsbrún í Fuglafirði hevur higartil í ár keypt og tikið ímóti stívliga 55.000 tonsum av ráfiski til sína mjøl-og fóðurframleiðslu.

 

Hartvig Joensen á mjøldeildini vísir á, at svartkjaftaskipini hava roynt vestur úr Írlandi og eru síðan endaði inni í ES-sjógvi.

 

- Tað er ov langur vegur hjá skipunum at sigla til lands við allari veiðini sum matfiski, og hesum hava vit fingið ágóðan av. Í ár hava vit eisini keypt nakrar lastir frá norskum skipum.

 

Hann sigur, at marknaðurin fyri fiskamjøli hevur verið nokso trekur í vetur, tí vetur og kuldi er ikki tíðin, tá alivinnan brúkar mest fóður.

 

Hartvig Joensen vísir á, at ráfiskanøgdirnar hjá Havsbrún líka sum eru komnar aftur í eina betri legu eftir minkandi nøgdir í fleiri ár.

 

- Í fjør keyptu vit umleið 195.000 tons av fiski, og tað er nógv meiri, enn tá ringast stóð til við ráfiski fyri bert fáum árum síðan.

 

Hann vísir á, at fyri 10 árum síðan - í 2004 ella 2005 - tá ráfiskanøgdirnar vóru størstar, keypti Havsbrún umleið 335.000 tons av ráfiski.

 

- Sum árini gingu, minkaðu nøgdirnar heilt niður um 50.000 tons í 2012 - ja, minnist eg rætt, keyptu vit hetta árið einans 47.000 tons.

 

Hartvig Joensen vísir á, at av eini fóðurframleiðslu í fjør á umleið 85.000 tons, vórðu umleið 95% seld føroyskum alarum, og restin varð so útflutt og seld útlendskum alarum.