Í sínari kommunalu kunning nú um ársskiftið, vísa tey í Runavíkar kommunu á, at fólkatalið er veksandi. Fýra tey seinastu árini eru talið av íbúgvum í kommununi vaksið við 245 fólkum, harav vøksturin serliga hevur verið seinastu tvey árini.
Í Runavíkar kommunu, sum er hin triðstørsta í landinum, búgva nú 4.150 fólk, og har halda tey, at tað serliga eru tvær orsøkir til fólkavøksturin. Tað hava verið munandi útstykkingar í fleiri bygdum og so tað, at koyrandi verður undir Tangafirði um eitt lítið ár.
- Henda seinni nevnda orsøkin fer á mangan hátt at gerast eitt mynsturskifti - ikki bara ferðsluliga, men helst mest tí, at Skálafjørðurin og høvuðsstaðurin bræða saman í eitt stórt miðstaðarøki, har meiri enn helmingurin av landsins íbúgvum búleikast.
Í Runavíkar kommunu halda tey tað vera torført at meta um, hvussu hetta skiftið kemur at broyta viðurskiftini báðu megin Eysturoyartunnilin, men tey halda tað vera avgerandi fyri báðar partar, at Runavíkar kommuna ikki gerst ein sovibýur undir liðini á Havnini.
Við tí í huga, at tvey dynamisk øki vanliga stimbra hvørt annað í menning, ynskja tey í Runavíkar kommunu, at fólkavøksturin, sum verið hevur hesi seinnu árini, fer at halda fram.
- Runavíkar havn fer at fáa eina øðrvísi plasering, eftir at koyrandi er undir Tangafirði, og henni kann væntast ein vøkstur, sum aftur fer at geva nakrar ferðsluligar avbjóðingar, soleiðis, sum ferðsluundirstøðan er skipað í løtuni.
Í kommununi fegnast tey um, at samband er fingið við landsmyndugleikan um hesi viðurskifti, og á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020 eru 11 miljónir krónur settar av til endamálið.
- Meirilutin í fíggjarnevnd løgtingsins mælir eisini til, at ein verklagslóg verður gjørd fyri Fjøruvegin í Runavík í einum samstarvi millum Runavíkar kommunu og Føroya landsstýri, siga tey í Runavíkar kommunu.
##med2##