Dýrabiðidag – komandi fríggjadag – hevur Havnarkórið, sum í ár hevur sítt 45. virkisár, konsert í Müllers Pakkhúsi.
Skráin er fjølbroytt, umfatandi kórsangir og størri verk frá farnum árum, men eisini við onkrari føroyskari frumframførslu og við nýggjari kórperlum, sum kórið ikki hevur framført áður.
Lagt verður fyri við trimum av kórsatsunum hjá gitna danska komponistinum Vagn Holmboe til úrvaldar føroyskar yrkingar og kendum barnaskjaldri, sum hann hevur kórsett. Tínæst fylgja ørindir úr donsku fólkavísuni “Dronning Dagmar” við lagi, sum føringar gjøgnum øldir hava kvøðið á dansigólvi, og sum John Høybye – vælkendur eisini í føroyska kórheiminum – nýliga hevur lagt til rættis fyri kór.
Seinast á skránni fyri steðgin er kórsyrpan Lamento d´Arianna hjá Claudio Monteverdi - ivaleyst fremstur millum tónaskøld um 1600 – um vónloysi við sterkum og eymum kenslum hjá kongadóttrini Ariadnu, sum varð svikin av prinsinum Teseus, ið hon í sínum kærleika hevði bjargað úr deyðavanda.
Í steðginum fáa áhoyrarnir drekkamunn við køkubita afturvið og fáa eisini høvi til saman við kórinum “at syngja summarið inn” við einum tyssi av úrvaldum, kendum summarljóðum.
Eftir steðgin leggur kórið fyri við trimum kórsatsum eftir Sunleif Rasmussen, sum fylti fimti ár og varð fagnaður við heiðursprísi fyrr í vár. Eftir hetta koma tvey norðurlandaljóð, har tað seinna er tríggir av teim kendu “Fire Salmer” fyri kór og baritonsolo eftir Edvard Grieg. Eftir enn tveir úrvaldar europeiskar kórsatsir roynir gamla Havnarkórið seg við einum amerikanskum spiritual, sum ber á tað rytmiska borðið.
Solistar á konsertini verða Petra Iversen, Berghild Poulsen og sangvinur kórsins
kendi danski opera- og oratoriisangarin Lars Thodberg Bertelsen.
Konsertin byrjar kl. 16.00.
Kórferð til Suðurroyar
Umframt konsertina í Müllers Pakkhúsi fríggjadagin, dýrabiðidag, ger Havnarkórið konsertferð til Suðuroyar komandi vikuskifti. Við somu sangskrá sum omanfyri lýst hevur kórið tá konsert leygardagin kl. 19.00 í Vágs kirkju og sunnudagin kl. 15.00 í Tvøroyrar Kirkju.