Havnardreingir gjørdu bart

5-mannafør dreingir: Fremsti avbjóðarin hjá Sílinum var Jallurin

Tað var ein rimmar kapping, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust á jóansøku í Vágai.

Sum undanfarnu ferðirnar var tað fyrst og fremst kapping millum bátar úr høvuðsstaðnum.

Í dag var tað Sílið, sum vann, og Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørrur var næstfremstur.

Jallurin var leingi ikki við í kappingini um fremstu plássini, men endaspurturin var fínur hjá Knørradreingjunum, sum tóku seg fram á næstfremsta plássið.

Royndin Fríða, sum hevur verið nummar fýra, endaði í dag á bronsuplássinum, meðan Drekin, ið higartil hevur verið FM favorittur, endaði á fjórða plássi.

 

1 Sílið 05.43.22

2 Jallurin 05.44.33

3 Royndin Fríða 5.45.46

4 Drekin

5 Tjaldrið

6 Firvaldurð

7 Silja

8 Ørnin

9 Heykur

10 Ingibjørg