Økisfundur hjá Javna
? Vit hava gjørt av gloyma alt um heimin uttanfyri verkstaðið. Tað einasta, vit nú hugsa um, tað er at fáa tey, sum eru her, at trívast so væl á verkstaðnum, sum gjørligt.
Tað sigur Palli Jacobsen, leiðari á varda Verkstaðnum inni á Bakka í Vági.
Mánakvøldið hevði Javni økisfundur kring alt landið. Á økisfundinum í Suðuroy, sum var á varda verkstaðnum í Vági, greiddi Palli Jacobsen, verkstaðsleiðari, frá um Verkstaðið og arbeiðið, sum har verður gjørt.
? Treytin fyri sleppa á Verkstaðið, er, at viðkomandi fær avlamispensión. Tó kunnu fólk, sum ikki fáa pensjón, koma á Verkstaðið ávís tíðarskeið. Men dømi eru eisini um fólk, sum ikki hava fingið pensión í fyrstuni, men sum síðani hava fingið hana, tá ið ein tí er farin.
Palli Jacobsen segði, at hendan reglugerð hevur gjørt, at Verkstaðið er mannað við fólkið sum hava sera ymisk brek.
? Tað er ikki bara at siga tað, at samansjóða hesi fólk í eina eind. Tey, sum ikki eru menningartarnað, skulu slúka nakrar "kamelar" um samstarvið skal verða tað besta. Hetta er ein avgerandi treyt fyri at hetta skal kunna lata seg gera.
Hann segði at á Verkstaðnum í Vági høvdu tey góðar royndir av hesum. Men hann visti, at onnur verkstøð høvdu ikki so góðar royndir av hesari samansjóðing.
Gloyma alt um heimin uttanfyri
Palli Jacobsen segði, at eftir reglgerðini og endamálsorðingini fyri Verkstaðið, skal tað læra upp menningartarnað og brekað annars, fakliga, soleiðis at tey verða vinnuliga sjalvbjargin.
Harafturat skal Verkstaðið skipa fyri vardum arbeiði til menningartarnað og brekað annars, íð ikki gerast vinnuliga sjálvsbjargin.
? Tað vil siga, at vit skulu stuðla teimun, sum her arbeiða, so tey koma í vinnuna aftur.
? Hetta ljóðar gott og hevði eisini borið til, um tað vóru arbeiðspláss, sum kundu tikið hesi í vart arbeiði.
? Men veruleikin er, at tað eru tað ikki. Okkurt verkstað hevur roynt hetta, men við vánaligum úrsliti, segði leiðarin á varda Verkstaðnum í Vági.
Hann segði, at hetta gjørdi, at hann slettis ikki hevði hendan møguleika í huganum longur.
? Sostatt eru vit nú farin at miðsavna alla orku fyri at fáa tey, sum eru á Verkstaðnum, til at arbeiða og at trívast á sjálvum Verkstaðnum.
? Vit hava við øðrum orðum gjørt av at gloyma heimin uttanfyri, segði hann.
Sloppin úr trýstinum
Palli Jacobsen segði, at aðrastaðni er vanligt, at Verkstøð av hesum slagi, eru framleiðslustøð, har bundnar uppgávur verða gjørdar fyri ávísar fyritøkur.
? Hetta hevur avgjørt nógvar fyrimunir. Serliga um finnast kann fram til eina framleiðslu sum hóskar til tann einstaka brúkaran.
? Hetta letur seg væl gera, eitt nú í Danmark sum er eitt framleiðsluland burturav,og parvís í Havn. Men á Verkstaðnum í Vági eru møguleikarnir sera avmarkaðir.
Hann segði, at í fyrstuni var Verkstaðið í Vági eisini eitt framleiðsluverkstað, tey gjørdu plattar.
? Hetta var eisini ein ófør framleiðsla, ið nógv var brúk fyri. Men tað var skjótt, at tað var keyparin sum stýrdi framleiðslini og tað føldist sum eitt ævigt trýst á Verkstaðið.
? Beinleiðis orsøkin til at vit hildu uppat við hesari farmleiðslu, var, at eina páskaaftan kom ein keypari og vildi hava 200 plattar triðja páskamorgun - og ongin plattur var á goymslu.
Palli Jacobsen segði, at tá tók hann ta avgerð, at nú var nokk.
? Eg gjørdi upp við meg sjálvan at hereftir skuldu tað vera vit, sum skulu stýra keyparanum og ikki øvugt.
? Síðani tá hevur tað verið soleiðis, at tá ið vit hava gjørt eitthvørt, sum vit vita at keypari er til, so fara vit til keyparan og bjóða tað fram, sum vit hava á goymslu.
? Men tað er onki við at gera avtalur, um so og so nógvar leveringar frameftir til ásettar tíðir.
Palli Jacobsen segði, at tað var ikki sørt, at onkrir av leiðarunum á hinum verkstaðnum øvundaði Verkstaðnum í Vági, at tað er sloppið undan framleiðslustrongdini, tí tey vóru við at kvælast, av trysti uttaneftir.
Tørvurin í hásæti
Palli Jacobsen segði, at sostatt er Verkstaðið í Vági í dag blivið til eitt pedagogiskt og skapandi arbeiðsstað, har arbeiðsgongdin og tørvurin hjá tí einstaka er settur í hásætið.
? Eg havi mangan fingið at vita, at slík arbeiðsgongd er sera krevjandi fyri starvfólkið. Tað er nógv lættari, tá ein ella tvær framleiðslur stýra dagligdegnum.
? Hetta er beint: Okkara arbeiðsgongd setur sera stór kvøv til starvsfólkið.
? Slík arbeiðsgongd ger eisini, at starvfólkasamansetingin er eisini nakað óvanlig. Tað nyttar ikki, at tað starvsfólkini hava góð pedagogisk evnir, men ikki hava skapandi evni. Men tað nyttar heldur onki at starvsfólkið hevur skapandi evnir, men ikki nóg góð pedagogisk evnir.
Umframt hesar førleikar, er tað eisini neyðugt at hvørt starvfólk kann arbeiða sjálvstøðugt og kennur sítt arbeiðsøki.
Leiðarin segði, at tað hevur eydnast at finna hesi fólkini og hann helt, at starvfólkasamansetingin er sera góð.
Hann segði, at partvíst er Verkstaðið býtt sundur í trý arbeiðsøki, eina timburdeild, eina málideild og so sjálv ítrivsdeildin. Á henni verður tað gjørt liðugt, sum kemur frá timbur og málideildini.
Gera venjingarhøli
Verkstaðið í Vági er í fleiri bygningum. Men síðani er so mikið av ábøtum gjørdar, at nú er alt komið undir somu lon og allir bygningarnir eru lidnir uttan.
Nú vónði leiðarin eisini at fáa játtan til at gera Verkstaðið liðugt innan.
Ætlanin er m.a. at gera eitt venjingarhølið á verkstaðnum.
? At hava eitt venjingarhølið á einu Verkstað, er eisini óvanligt í Føroym, men tey pedagogisku og kreativu støðini sum eg havi sæð í Danmark, gera nógv brúk av slíkum.
Hetta er nakað, sum bæði brúkarar og starvsfólk, kunnu fáa gleði av. Hetta kann eisini vera ein partur av starvfólkarøktini, umframt at brúkarinar kunnu fáa stóra gleði av hesum.
Palli Jacobsen segði, at lítil ivi er um, at tørvurin er stórur
Men hann segði, at slík virksemi ber til, um tað er ein framleiðsla stýrir gongdini.
Hann segði, at tá ið hann luftaði tankan fyri brúkarunum, vóru tey sera positiv og teir eru í veruleikanum spentir uppá at fara í gongd.
? Tá alt er liðug eru karmarnir til nógv meiri virksemi enn okur hava í dag.
Hann segði eisini, at fyri at fingið gjørt timburdeildina og umvælingina, saman við brukarinum,vildi hann fingið sett ein timburmann í starv sum verkstaðshjálpar. Men tað læt seg neyvan gera beint nú.
Annars segði hann, at í løtuni stendur ongin á bíðilista at sleppa á Verkstaðið. Men hann vitsti um fleiri, sum kundu komi á Verkstaðið at arbeitt.