Tvær ferðir varð ringt til løgregluna í gjár at boða frá, at bæði stórar nøgdir av olju, og ymiskt annað, er stolið í Norðoyggjum.
Fyrri stuldurin er á byggiplássunum hjá J& Petersen í bátahylinum á Borðoyavík, har onkur hevur stolið fýra rullur av stiki, einar 60 stikpelar, umframt heilar 750 litrar av dieselolju.
Løgreglan sigur, at tey halda, at tað onkutíð ímillum 23. mars og 8. apríl, at hetta er stolið.
Í gjár varð eisini boðað frá, at einir 700 litrar av olju vóru stolin úr einum tanga í einum privathúsum í Klaksvík.
Hetta eru mál, sum løgreglan nú er farin at kanna