- Føroyski dansurin er okkara, og átti tí sjálvsagt at havt størri rúmd í almenna mentanarpolitikkinum og árligu játtanini á fíggjarlógini, heldur løgtingsmaðurin Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentanarmálum, fyrispurning um, hvussu landsstýrið ætlar at tryggja framtíðina hjá føroyska dansinum.
- Hóast dansurin er ein eyðsýndur mentanardýrgripur og ein gluggi inn í føroysku sjálvsfatanina, so hevur hann ikki havt bestu korini at virka undir, og eru tað mestsum bert dansifeløgini, sum eiga æruna av, at føroyski dansurin framvegis er fólkaogn, sigur Bjarni Djurholm.
- Í fólkaskúlalógini er ásett, at næmingarnir skulu læra føroysk kvæði. Kortini tykist hetta ikki at vera nóg mikið, og eigur landsstýrið at uppraðfesta kvæðini og føroyska dansin, so at hann verður javntstillaður við onnur tónleika- og mentanartilboð, sum árliga verða játtað á fíggjarlógini, sigur løgtingsmaðurin.
Bjarni Djurholm spyr tí millum annað Bjørn Kalsø, um hann hevur ætlanir um at virka fyri at føroyski dansurin fær javnbjóðis møguleikar við tey tónleika- og mentanartilboð á fíggjarlógini, og um landsstýrismaðurin æltar sær at veita dansifeløgunum árliga stuðulsjáttan.