Tað sigur Eyðfinn Magnussen í facebookbólkinum Haruskjóting í Føroyum.
– Á kortinum niðanfyri sæst, hvat er skrásett higartil. Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum sæst, hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil, skrivar hann.
Og hann heldur fram:
Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.
Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2024.
– Eg fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar, skrivar hann.
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni Haran.fo. Eisini ber til at ringja til Eyðfinn Magnussen á tel 26 58 31.
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##