Hava sjáldan verið so væl fyri sum nú

- Tvøroyrar kommuna hevði eitt yvirskot upp á 16 milliónir í fjør

- Tað gongur væl á Tvøroyri.

Tað staðfesta býráðslimir á Tvøroyri í gjárkvøldið, tá ið teir samtyktu roknskapin fyri í fjør.

 

Í fíggjarætlanini fyri í fjør varð roknað við einum avlopi upp á 10,4 milliónir krónur, men tá ið avtornaði var avlopið 16,06 milliónir krónur, ella 5,66 milliónir krónur meira enn væntað.

 

Tilsamans kostaði kommunan 55,89 milliónir at reka í fjør, og hetta er hálvonnur millión minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini.

 

Í fíggjarætlanini í fjør vórðu 2,07 milliónir settar av til íløgur, men roknskapurin vísir, at gjørdar vóru íløgur fyri 1,92 milliónir, har tað mesta er brúkt til Tvøroyrar Havn.

 

Inntøkurnar hjá Tvøroyrar Kommunu í 2015 vóru 3,97 milliónir hægri enn væntað. Roknað var við 69,9 milliónum í inntøkum, men roknskapurin vísir, at tilsamans vóru inntøkurnar 73,87 milliónir krónur. Inntøkan av persónsskatti var 59,65 milliónir krónur í fjør og hetta eru 3,25 milliónir meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini.

 

Samstundis rindaði Tvøroyrar kommuna 9,6 milliónir í avdráttum í fjør og sostatt er nettoskuldin nú komin niður 45 milliónir, sum er 0,77 álíkning. Tað merkir samstundis, at kommunan hevur hampiliga gott, fíggjarligt rásarrúm at gera íløgur.

 

Viðmerkjast kann, at tá skuldin var hægst, var hon góðar átta álíkningar.

 

 

 Les eisini: Vilja byggja fótbóltshøll við heilum vølli á Tvøroyri

 

 

Býráðslimir siga, at framgongdin í kommununi seinastu árini, hevur ført við sær, at býráðið hevur kunnað lækkað skattaprosentið 1,05 prosent í ár, somuleiðis eru gjøldini fyri  barnaansingina lækkað munandi.

 

- Hetta er besta úrslitið hjá Tvøroyrar kommunu í nógv ár, varð staðfest á býráðsfundinum.

Býráðslimirnir vísa eisini á, at tølini vísa alt virksemið hjá kommunini, tí tað eru ongir sjálvsognarstovnar, ella nakað annað virksemi, sum liggur uttanfyri kommunukassan.