Hava semingsmenninir miðvist roynt at orða eitt semingsuppskot


 

Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag

Tórshavn, tann 15-05-01


Sum vit áður hava boðað frá, gjørdu vit rættiliga tíðliga undir semingsroyndunum greitt, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag undir ongum umstøðum fóru at góðtaka eitt semingsuppskot sum legði upp til, at limirnir í hesum feløgunum skuldu hava eina lønarhækking, sum var umleið 2.5% minni enn tann lønarhækking sum Føroya Arbeiðsgevarafelag við semjuni við Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík hevði givið limunum í hesum feløgum.

Sambært lógini um "mægling i arbejdsstridigheder" er tað uppgávan hjá semingsmonnunum, at royna at finna semju partanna millum.

Í grein 1 í nevndu lóg er ásett:

" Der udnævnes en forligsmand med det hverv, at medvirke til bilæggelse af stridigheder mellem arbejdsgiver og arbejdere ".

Hetta merkir, at semingsmenninir eiga at miða eftir at leggja fram semingsuppskot sum báðir partar kunnu góðtaka.

Tað er tí fullkomiliga skilaleyst og helst í stríð við andanum í semingslógini, at semingsmenninir løgdu fram semingsuppskot, sum teir vóru fullvísir í, at annar av pørtunum ikki fer at góðtaka.

Fakfeløgini kunnu bert ímynda sær, hvat endamálið við slíkum semingsuppskotið so er.

Vit vóna sjálvsagt, at endamálið við slíkum semingsuppskot ikki er at røkja áhugamálini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag ella tað sum verri er, at fyrireika semingsuppskot, sum møguliga seinni skal leggjast fyri tingið, um so er, at politiski myndugleikin dittar sær til at leggja seg út í hetta verkfall okkara.

Undir øllum umstøðum hevur framferðin og mannagongdin undir semingsroyndunum víst, at semingsmenninir í hesum føri ikki hava eftirlíkað nøkrum av krøvinum hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, tí um so var, so hevði semingsuppskotið, sum vit frammanundan høvdu víst frá okkum ikki verið lagt fyri feløg okkara.