Hava handað kirkjuhúsið í Hvannasundi

Nýggja kirkjuhúsið í Hvannasundi er handað Hvannasunds kirkjuráð.

 

Ætlanin um kirkjuhús í Hvannasundi byrjaði í 2009, tá Leivur í Buð, formaður í Hvannasunds kirkjuráð, heitti á arkitektafelagið Kontrast um at útvega teimum eina skitsuverkætlan, ið at byrja við var lýst sum útbygging av kirkjuni. Ætlanin var at fáa høli, har eini hundrað fólk ella fleiri kundu verða. Køkur , toilett og pláss fyri vanligum hentleikum skuldi eisini verða. 

 

Folkakirkjan.fo skrivar, at Mayfinn Norðoy valdi í uppskoti sínum at tekna ein bygning, ið var leysur av verandi kirkju. Hann helt tað vera rætt móti gomlu kirkjuni, at hon varðveitti sítt snið, samstundis sum nýggi bygningurin skuldi tola at verða sæddur. Tað er sostatt tilvitað, at talan er um tveir bygningar, ið eru sera ymiskir í útsjónd og sniði. 

 

Tað er SHR v/Hanus Olsen, sum hevur virkað sum byggiharraráðgevi, og Kontrast arkitektar hava verið høvuðsráðgevi, teknað og prosjekterað saman við Sámal Johannesen og SMJ.

 

Norðhús hevur verið høvuðsarbeiðstakari.

 

Arbeiðið hevur gingið væl og samsvarandi tíðar- og kostnaðarætlan.

 

Niðanfyri síggjast myndir av nýggja kirkjuhúsinum, sum er bygt við kirkjna í Hvannasundi.