Enn hevur tað ikki eydnast at finna eitt skip, sum skal røkja Suðuroyarsiglingina fyri Smyril, tá ið hann skal í dokk í tríggjar vikur tíðliga í vár.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tey høvdu eitt vælhóskandi skip í kikaranum, men tað er gloppið teimum av hondum, tí at tað varð so mikið dýrt at leiga, at tað játtanin til endamálið, strekti ikki til.
Sostatt er strandferðslan nú farin at leitað eftir øðrum skipum. Stjórin sigur, at onnur skip eru á marknaðinum, og hann stúrir ikki fyri, at Strandferðslan fer at standa við ongum avloysaraskipið, tá ið Smyril skal í dokk.
Men tað er sjálvsagt ein spurningur um, hvussu stórt og sjógott tað skal vera, leggur hann afturat.
Og hann er hampiliga bjartskygdur, tí hann sigur, at útgerðarfeløg vera lagaligari við prísinum, tess longri út tað líður, tí tey vilja heldur fáa nakað inn í leigu hesar tríggjar vikurnar, enn at lata skipið liggja bundið við bryggju og ongar inntøkur fáa.
Men hinvegin ásannar hann eisini, at dregur tað alt ov leingi út, kann vandi vera fyri, at Strandferðslan noyðist at slaka í krøvunum til skipið.
Hilmar Eliasen sigur, at tey miðja ímóti at hava avloysaraskipið klárt fyri jól.
Tað kostar góðar 22 milliónir at fáa Smyril í dokk og av teimum eru 8,5 milliónir settar av til avloysaraskipið. Harafturat skal Strandferðslan brúka 2,5 milliónir til eyka oljunýtsla, og annað, fyri leiguskipið, men tað verður fíggjað av vanliga rakstrinum.










