Harður UEFA-dystur

Lennart Johansson langar nú eftir Michel Platini, sum hevur dittað sær at stilla upp móti svianum til UEFA forsetavalið

Fótbóltur

Tað gongur hart fyri seg, nú Michel Platini roynir at koppa Lennart Johnansson í forsetavalinum í UEFA.
Frá fleiri síðum verður Platini mettur sum favorittur, men nú er 77 ára gamli sviin av álvara byrjaður at svara aftur.
- Eg eri ikki komin við persónligum álopum, men í seinastuni havi eg nær sagt bitið tunguna av mær sjálvum, tá eg havi lisið sumt av tí, sum skrivað er, sigur Lennartson.
Eitt nú er sviin í øðini um, at Platini fleiri ferðir hevur sett spurnartekin við heilsustøðuna hjá sær. Lennart Johansson hevur verið til viðgerðar fyri prostata-krabba, men sjálvur sigur hann, at hetta er komið í rættlag.
Eisini sigur Johansson, at tað er burturvið, nú Platini hevur boðað frá, at hann ætlar at skerja luttakaratalið hjá sterkastu londunum í Champions League kappingini.
UEFA valið verður á árligu kongressini, sum í ár verður hildin tann 26. januar í Düsseldorf.