Frá politinum í Klaksvík verður sagt, at ein persónur varð handtikin leygarkvøldið og skuldsettur fyri harðskap. Arbeitt verður framvegis við málinum.
Bæði politiið í Runavík og í Klaksvík hava gjørt rættiliga nógvar kanningar í vikuskiftinum fyri rúsdrekkakoyring, men ongin bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður.
Rættiliga friðarligt var annars í Eysturoynni í leygarkvøldið, hóast heilt nógv fólk vóru í býnum í sambandi við, at Global Battle of the Bands konsert var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.









