Hamferð váttaðir á Tuska Festivalinum

Hamferð verður eitt av nøvnunum, tá størsti finski tungmálmsfestivalurin Tuska Festival verður í juni.

Hamferð verður eitt av nøvnunum, tá størsti finski tungmálmsfestivalurin Tuska Festival verður í juni.

Hamferð fer í næstum á konsertferð í Evropa við risabólkinum Amorphis, men samstundis er í dag kunngjørt, at bólkurin spælir á stóra Tuska Festivalinum í Helsinki.

Hetta er ein sera stórur møguleiki hjá Hamferð, væntandi sleppa at spæla fyri nógvum fólki, ið eru savnaði fyri at hoyra tungmálm. Teir eru á skránni fríggjakvøld 26. juni, tá spæla eisini Dimmu Borgir, Children Of Bodom, Carcass, Philip H. Anselmo & The Illegals, Ensiferum, Poisonblack, Nails og Santa Cruz.