LØGMANSSTEYPIÐ
Søguliga er HB steypaliðið framum øll onnur í Føroyum. HB hevur vunnið steypakappingina 25 ferðir, síðani tað varð farið undir kappingina í 1955. Teir hava vunnið eitt Ísafjarðarbikar, tríggjar Ísafjarðarsúlur og eitt Løgmanssteyp til ognar.
Seinastu árini hava ikki verið góð hjá HB í steypakappinini. Síðani tað í 1999 varð farið undir kapping um nýtt Løgmanssteyp, hevur HB ongantíð vunnið, og teir hava hesi árini sett eitt met, sum teimum ikki líkar. Teir hava tapt tvær finalur á rað. Fyrst í 2000 og so aftur í fjør.
HB er framvegis partur av steypakappingini 2003. Men 2. páskadag var um reppið, at teir mistu plássið. B36 var góða løtu á odda 1?0 í grannauppgerðini. Samstundis var VB á odda bæði 1?0 og 2?0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tá var HB ikki í fjórðingsfinaluni.
So javnaði HB í Gundadali. Tá stóð væl til hjá HB og illa til hjá B36, sum síðst vann Løgmanssteypið í 2001. Síðsta hálva tíman í dystinum 2. páskadag var B36 ikki í fjórðingsfinaluni. Men so var tað, at EB/Streymur javnaði til 2?2 í Vági. Harvið vóru bæði HB og B36 í fjórðingsfinaluni. Stóri taparin í tøttu kappingini gjørdist VB. Saman við AB, TB og Skála, sum langt síðani høvdu mist allar møguleikar at halda fram í kappingini, er VB ikki partur í fjórðingsfinaluni.
Lutakastið til fjórðingsfinaluna skuldi vera í gjárkvøldið. Frammanundan var greitt, at EB/Streymur, NSÍ, GÍ og B68 skuldu spæla á heimavølli. Toftamenn vóru illa fyri undan síðsta umfarinum í bólkaspælinum, og teir vóru verri fyri, tá ið NSÍ legði seg á odda 1?0. Men B68 mundi hava meiri at spæla fyri mánadagin, enn NSÍ hevði, og so vann B68 2?1. Harvið vóru teir partur av fjórðingsfinaluni og so góður partur, at teir eiga heimavøll.
Undan lutakastinum var greitt, at GÍ í fjórðingsfinaluni skal spæla á heimavølli ímóti KÍ ella FS Vágum. Gøtumenn vóru í bólkaumfari saman við havnarfeløgunum, og síðani í fjør hava ásetingarnar verið soleiðis, at feløg, sum hava spælt saman í bólkaumfarinum, ikki kunnu hittast í fjórðingsfinaluni.
Undan lutakastinum var eisini greitt, at KÍ kundi ikki spæla á Eiði, og at FS Vágar ikki kundi spæla í Runavík í fjórðingsfinaluni.
Fjórðingsfinaluumfarið verður spælt annan sunnudag, 4. mai. Hálvfinalurnar vera 11. mai og 18. mai. Fyrsta umfarið í landskappingini verður Dýra biðjudag, sum er fríggjadagin 16. mai. Tá verður spælt soleiðis: NSÍ?Skála, HB?FS Vágar, GÍ?KÍ, EB/Streymur?B68 og VB?B36.