Hýsa og svartkalvi lyftu miðalprísin

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 43,7 tons av fiski fyri slakar 853.000 krónur.

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 43,7 tons av fiski fyri slakar 853.000 krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 19,49 krónur fyri kilo.

 

Størstu einstøku nøgdirnar í gjár vóru hýsa, umleið 17 tons tilsamans. Hýsa 1, 2 og 3 fingu ávikavist 16,06, 16,23 og 17,78 krónur fyri kilo, sum er góður hýsuprísur.

 

Eini 13 tons vóru av toski, mest av toski 4 og 3, sum fóru fyri miðalprísin 13,16 og 13,51 krónur fyri kilo.

 

Umleið 12 tons vóru av svartkalva, og miðalprísurin á svartkalva í gjár lá neyvt um 33,63 krónur fyri kilo. Svartkalvi lyfti soleiðis væl undir miðalprísin á marknaðinum í gjár.