Hálvtannað ár fyri at stinga fútan

Maðurin, sum stak varafútan, Finn Ougaard í læri í maimánaði í fjør, er fyri løtuni síðani dømdur hálvtannað ára fongsulsrevsing. Maðurin skal rinda sakarmálskostnaðin, umframt at hann eisini skal rinda varafútanum endurgjald.

Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani maimánaði, men var fyri kortum leyslatin. Tískil hevur hann sitið inni í nærum hálvtannað ár, og vanta bert fáar vikur til hann hevur sitið allan dómin av sær.

Rættarmálið móti manninum var fyri í Føroya Rætti í dag og í gjár.